Jump to content

Meksiko

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mexico)
Estados Unidos Mexicanos
Sameindu Meksikonsku Statirnir
Flagg Meksiko
(Flagg Meksiko)
Skjaldarmerki Meksiko
(Skjaldarmerki Meksiko)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Himno Nacional Mexicano
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Meksikobýur
Forseti Claudia Sheinbaum
Átrúnaður Kristindómur 95 %
Aðrir 5 %
Fullveldi 16. september 1810
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,972,550 km²
2,5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
118,395,054
57/km²
Gjaldoyra Meksikanskur peso (MXN)
Tíðarøki UTC -5 til -7
Økisnavn á alnetinum .mx
Telefonkota +52

Sameindu Meksikonsku Statirnir (spanskt; Estados Unidos Mexicanos) er eitt land í Norðuramerika við umleið 109 mió íbúgvum. Meksiko hevur mark við USA, Guatemala og Belis. Í Meksiko talar fólkið spanskt, av tí at Meksiko fyrr var spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Harðskapurin og lógloysið í Meksiko versna støðugt, og støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú, hóast myndugleikarnir hava sett bæði løgregluna og herin inn í bardagan ímóti lógloysinum. 13. januar 2009 bleiv kunngjørt, at næstan 5.400 meksikanskir løgreglumenn lótu lív í tænastu í 2008, og at tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í 2007.

Benito Juárez (1806-1872).
Porfirio Díaz, einaræðisharrin í Meksiko 1876-1910.

Landið hevur eina ríka søgu við t.d. Maya- og Inkamentanini. Olmek-mentanin verður hildin at vera fyrsta siðmenningin í Meksiko. Hon kyknaði um 1500 f.Kr., og í fyrstuni vóru tað bara nakrar bygdir á vátliga slættanum við Veracruz í Meksikoflógva. Um 1200 f.Kr. løgdu bygdirnar saman í stór samfeløg, sum bygdu átrúnaðarligar miðdeplar, ið vóru girdir av almennum sethúsum, handlum og bygningum. Ein av hesum deplum var í La Venta. Býurin var tætt við ein ósa, har ríkiligt var av føði og salti, sum var grundarlagið undir einum múgvandi samfelag við útróðrarmonnum, handilsmonnum, bóndum og hegnigum handverkum. Fólkið búði í hálmtaktum húsum, sum stóðu á steyrum. Mest ótu tey mais, fisk og skjaldbøkur. Steinar til minnisvarðar vóru tiknir úr Tuxtlafjøllum fyri norðan og førdir á stórum flakum oman eftir ánni til bygdirnar.

Tá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821. Í 1840-árunum legði USA stór øki undir seg í Meksiko, og tá ið av tornaði, høvðu meksikanar mist helmingin av egnum landi. USA legði undir seg londini, sum nú á døgum eita New Mexico, Arizona, Utah, Nevada, Texas og Kalifornia.

Í 1858 brast borgarakríggj á ímillum afturhaldssinnað og frílynt í Meksiko. Oddamaðurin fyri teimum frílyntu, Benito Juarez (21. mars 180618. juli 1872), løgfrøðingur av indiánskari ætt, gjørdist forseti. Herdeildir hansara sigraðu á teimum afturhaldssinnaðu í 1860, tí at hann hevði lánt pening til hernaðarútgerð úr útlondum. Frakland, Spania og Stóra Bretland gjørdu innrás í Meksiko at noyða landið at gjalda teimum lánini aftur. Spania og Bretland tóku seg burtur úr stríðnum; men í 1863 tóku franskar herdeildir Meksikobý. Franski keisarin Napoleon 3. (20. apríl 18089. januar 1873) setti eysturríkska erkihertugan Maximillian (6. juli 183219. juni 1867) sum keisara í Meksiko. Herdeildirnar hjá Juarezi vunnu á fraklendingum í 1867, og Maximillian varð avrættaður. Juarez varð aftur forseti og sat til hann doyði í 1872.

Í 1876 tók Porfirio Díaz (1830-1915) ræðið í Meksiko. Herurin hjálpti honum. Diaz stuðlaði útlendskum feløgum at seta pening í ymist virksemi, og nógvur bretskur og amerikanskur peningur varð nýttur til námsvinnu, jarnbreytir og gróðrarlundir. So leingi Díaz hevði tamarhald á fólkinum, og gott skil var í landinum, settu útlendingar fegnir pening í meksikanskt virksemi. Díaz gav harramonnunum leysar teymar, so teir kundu nýta tað vald, teir vildu, ímóti bóndunum. Tá ið veitsla var í høvuðsstaðnum, róku myndugleikarnir biddarar úr býnum, so at útlendingar kundu hugna sær í friði og náðum.

Frá 1910 til fyrst í 1920-árunum vóru kollvelting og borgarakríggj, og nógv fólk læt lív. Kollveltingin brast á, tá ið miðstætturin, mestisarnir, gjørdu uppreist ímóti einaveldinum. Seinni gjørdu eisini smábøndurnir uppreist við Emiliano Zapata (1879-1919) á odda. Tá ið kollveltingin brast á, átti 1% av fólkinum 85% av jørð, sum var veltandi, og 96% av fólkinum vóru ognarleys. Zapata stríddist av fullum huga, og tað eydnaðist honum at fáa nýggja jarðarlóg samtykta. Jørðin skuldi verða lutað út til tey ognarleysu, men av hesum stóðst borgarakríggj. Fólk í hópatali doyðu í hungri, mong rýmdu til USA, og um 500,000 vórðu dripin. Í 1917 fekk Meksiko nýggja grundlóg. Í henni stóð, at jørðin skuldi verða latin gamla bygdasamfelagnum aftur, og útlendsk ávirkan skuldi verða avmarkað. Málmur og jørð fullu til landið. Men striltið gekk at seta hesar lógir í verk. Ikki øll jørð varð lutað sundur, og bóndunum tørvaði amboð, kunnleika og frækorn. Harafturat løgdu myndugleikarnir størri dent á ídnað enn landbúnað, og tað bar í sær, at fleiri bøndur fluttu til býirnar.

Eftir fyrra heimsbardaga fóru stjórnirnar í londum í Latínamerika at kvíða fyri vaksandi megi USA, og at peningavaldið og ídnaðurin har skuldu fáa fastatøkur á londum teirra. Í Meksiko høvdu oljufeløg úr USA gjørt so stórar íløgur í oljuvinnu, at tey stýrdu meksikonsku stjórnini og fingu møguleika at hótta við at leggja seg upp í innanlandsviðurskifti við hermegi. Í 1934 tók nýggjur forseti Lázaro Cárdenas við í Meksiko. Hann gjørdi víðtøknar nýskipanir í landbúnaðinum og ognartók og læt til dømis 18 milliónir hektarar av jørð til felagsnýtslu í bygdunum. Í 1938 tjóðartók Cárdenas amerikonsku og bretsku oljufeløgini í Meksiko, og um alt landið fegnaðust fólk um hesa gerð. Cárdenas gav ikki eftir fyri endurgjaldskravi og hóttanum úr USA og Stóra Bretlandi, men fór í staðin at samráðast við onnur lond um oljusølu, til dømis Italia og Týskland.

Fotomynd av Meksiko tikin úr einum fylgisveini
Acapulco
Kort yvir Meksiko

Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Meksiko við USA og Kanada um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Men hon er komin illa við hjá meksikonskum bóndum, tí at bíligar búnaðarvørur úr USA floyma inn á marknaðin í Meksiko. Fyrimunurin er, at matur verður bíligari at keypa hjá fátæka fólkinum.

Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín.

Í 1976 varð nógv olja funnin fram við strondini í Meksikoflógva, og nú á døgum er Meksiko fimtstørsta oljuland í heiminum. Um 3000 oljuboripallar eru nú í flógvanum. Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2000 verksmiðjur, kallaðar maquiladoras. Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út. Útlendingar eiga flestu verksmiðjurnar, og tað er bíliga arbeiðsmegin í Meksiko, sum lokkar. Maquiladoras geva væl av inntøku hjá Meksiko og gera sítt til, at búskapurin í landinum ikki bara byggir á oljuna.

Í Meksiko eru eisini mong metal, til dømis jarn, sink, kopar, og einki annað land í heiminum vinnur so nógv silvur sum Meksiko.

Pýramidan El Castillo í gamla maya-býnum Chichén Itzá.
Heitar keldur í Puertecitos.

Maturin, meksikanar eta, er sterkt kryddaður, helst við reyðpipari ella chili. Grønmetið og fruktina dyrka teir mest sjálvir, til dømis avokado, bønir, tomatir og mais. Tortilla er pannukøka, ið verður bakað av maismjøli og fylt við kjøti ella grønmeti og osti. Aftur við høsnarunga hava meksikanar sterka sós, mole, gjørd av reyðpipari og sjokulátu.

Listhandverk

[rætta | rætta wikitekst]

Indiánsku fólkasløgini í Meksiko eru gitin fyri at duga væl at veva og baldýra. Blátt, reytt og svart eru vanligastu litirnir í gomlu meksikonsku mynstrunum.

Listafólk

[rætta | rætta wikitekst]

Ein av kendastu listafólkunum úr Meksiko er listakvinnan Frida Kahlo (1907 - 1954). Hon málaði surrealistiskt og var serliga kend fyri tær mongu sjálvsmyndirnar, ið hon málaði. Maður hennara, Diego Rivera (1886 - 1957) var eisini ein kendur listamaður.

Enn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er mestitsar - Fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið. Tó at flestu meksikanar eru katolikkar, hava teir enn siðir úr gomlum indiánskum átrúnaðum, og á mongum stevnum vera kristnir og indiánskir siðir brúktir hvør um annan.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Landið er umleið 2 mill. ferkilometrar, ella 1.500 ferðir so stórt sum Føroyar. Landslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan.

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]


Landslutir í Meksiko
Mexican_states.png
Landslutur Íbúgvar (2005) Vídd (km²) Høvuðsstaður
1. Aguascalientes 1 051 000 5 625 Aguascalientes
2. Baja California 2 842 000 71 546 Mexicali
3. Baja California Sur 517 000 73 943 La Paz
4. Campeche 751 000 57 727 Campeche
5. Chiapas 4 256 000 73 681 Tuxtla Gutiérrez
6. Chihuahua 3 238 000 247 487 Chihuahua
7. Coahuila 2 475 000 151 445 Saltillo
8. Colima 562 000 5 627 Colima
9. Durango 1 489 000 123 367 Victoria de Durango
10. Guanajuato 4 893 000 30 621 Guanajuato
11. Guerrero 3 116 000 63 618 Chilpancingo de los Bravo
12. Hidalgo 2 334 000 20 856 Pachuca de Soto
13. Jalisco 6 652 000 78 630 Guadalajara
14. Estado de México 14 161 000 22 333 Toluca de Lerdo
15. Michoacán 3 988 000 58 667 Morelia
16. Morelos 1 605 000 4 892 Cuernavaca
17. Nayarit 943 000 27 862 Tepic
18. Nuevo León 4 164 000 64 203 Monterrey
19. Oaxaca 3 522 000 93 343 Oaxaca de Juárez
20. Puebla 5 391 000 34 251 H. Puebla de Zaragoza
21. Querétaro (delstat) 1 593 000 11 658 Santiago de Querétaro
22. Quintana Roo 1 134 000 42 535 Cd. Chetumal
23. San Luis Potosí 2 412 000 61 165 San Luis Potosí
24. Sinaloa 2 610 000 57 331 Culiacán Rosales
25. Sonora 2 384 000 179 516 Hermosillo
26. Tabasco 2 013 000 24 747 Villahermosa
27. Tamaulipas 3 020 000 80 148 Ciudad Victoria
28. Tlaxcala 1 061 000 3 997 Tlaxcala de Xicohténcatl
29. Veracruz de Ignacio de la Llave 7 081 000 71 856 Xalapa de Enríquez
30. Yucatán 1 803 000 39 671 Mérida
31. Zacatecas 1 357 000 75 416 Zacatecas
32. Distrito Federal 8 670 000 1 484

Í 2017 vóru fleiri enn 29.000 dráp skrásett í Meksiko. Tølini vóru almannakunngjørd av meksikanska innlendismálaráðnum í januar 2018 og er tað hægsta talið, ið er skrásett, síðan landið byrjaði at skráseta drápstal í 1997. Longu í november 2017 varð staðfest, at 2017 hevði sligið gamla metið frá 2011, har talið var 27.213.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið