Jump to content

Fornenskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fornenskt mál
Ænglisc, Anglisc, Englisc
Tosað í: Ongland, Skotland.
Tosandi íalt:
Málætt: Indo-evropeiskt

 Germanskt
  Vesturgermanskt
   Anglo-frisiskt
    Angliskt
     Fornenskt

Málkotur
ISO 639-1: none
ISO 639-2: ang
ISO 639-3: ang

.

Fornenskt ella anglosaksiskt mál (á fornenskum: Ænglisc, Anglisc, Englisc; á enskum: Old English, Anglo-Saxon) var tað fyrsta stigið av enskum, ið varð tosað og endiliga skrivað í partinum av Onglandi og Skotlandi um tað mundið, ið anglosaksar búsettust í 5. øld og til 12. øld, tá ið málið broyttist til miðenskt.

Navnið anglosaksiskt stavar frá ættflokkunum anglarnir og saksarnir, ið settust niður í Onglandi, eftir at rómararnir vóru farnir úr landinum. Hesir ættflokkar búðu saman við jútum og øðrum fólki rundan um Norðsjógvin og tosaðu nær skyld mál, sum blandaðust saman, tá ið teir komu til Onglands. Hjálandastovnararnir trokaðu keltar burtur til t.d. Wales og Cornwall. Ættflokkarnir stovnaðu smærri kongaríki, ið seinni blivu sjey kongaríki.[1] Støðan stóð við í nakrar øldir, til víkingar komu til Onglands. Danir stýrdu tá stórum parti av Mið- og Norðuronglandi undir sokallaðum Danalógum, og fornenskt lænti mong orð úr norrøna málinum, sum víkingar talaðu. Mong av hesum orðum eru vanlig á enskum, t.d. they og them. Eisini orð sum same, get, take, sky og skin komin úr norrønum.[2]

Her eru nøkur dømi um orð á fornenskum samanborin við onnur germansk mál.

Fornenskt Enskt Týskt Føroyskt Norrønt
dōn to do tun at gera gera
þū thou (you) du þú
gān to go gehen at ganga ganga
cunnan can können at kunna kunna
wrītan, scriban to write, to scribe schreiben at skriva rita
flēogan to fly fliegen at flúgva fljuga
  1. Wikander 2006
  2. "Scandinavian loans in Old and Middle English". http://germanic.zxq.net/ON-Engloans.html. Heintað 24 november 2011.