IUCN Reyðlistin
Reyðlistin hjá IUCN yvir hótt sløg (eisini kent sum IUCN's Reyðlisti eller Reyði Dátalistin) (stovnaður í 1963) er heimsins mest víðfevnandi uppgerð yvir tað globalu varveitingarstøðuna fyri tey lívfrøðiligu sløg jarðarinnar. IUCN (International Union for the Conservation of Nature) er høvuðsmyndugleikin í øllum evnum, ið viðvíkja varveitingarstøður. Harumframt útgeva fleiri ymiskar tjóðir og felagsskapir fleiri regionalar reyðlistar, ið meta um vandan fyri útdoyggjan fyri ymisk sløg innanfyri einari serstakari fyrisitingarligari eind. Í Føroyum gav Náttúrugripasavnið út: Reyðlisti - Náttúrulýsing, lendi og sløg í 2005, sum er ein frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum.[1]
Reyðlistaflokkingin
[rætta | rætta wikitekst]Leiðreglurnar fyri reyðlistaarbeiðið ið her er gjørt, gav IUCN út í 2001. Tær fatað um 9 bólkar (categories) harav 3 eru sonevndir hóttanarbólkar. Plantur og djór skulu lúka ávísar treytir (criteria) fyri at koma í ein ávísan bólk. IUCN mælir til, at somu styttingar verða nýttar fyri bæði bólkar og treytir í øllum londum. Styttingarnar í listanum niðanfyri eru tær ensku styttingarnar.
Reyðlistastøða: versjón 3.1
[rætta | rætta wikitekst]Flokking og kriteruversjón og 3.1 varð tikin í nýtslu frá 2001. Fram til henda endurskoðanin kom, var versjón 2.3 galdandi.
- EX = Útruddað (Extinct).
Slagið er ikki til longur. - EW = Útruddað í villu náttúruni (Extinct in the wild)
Verður nýtt um sløg, ið verða mett at vera útdeyð í villu náttúruni, men sum enn eru á lívi í fangaskapi. - CR = Sera hótt (Critically Endangered)
Sløg ið eru beinleiðis hótt og sum eru í 50 % vanda fyri at doyggja út frá 10 til 100 ár í frammi í tíðini. - EN = Hótt (Endangered)
Sløg ið eru í stórum vanda fyri at útdoyggja, nærri lýst sum 20 % vanda fyri at útdoyggja frá 20 til 100 ár frammi í tíðini. - VU = Viðbrekið (Vulnerable)
Sløg ið eru hótt og hava 10 % vanda fyri at doyggja út áðrenn 100 ár eru liðin. - NT = Nærum hótt (Near Threatened)
Sløg ið krevja serlig atlit og sum ikki hoyra til bólkarnar CR, EN ella VU, men sum orsakað av afturgongd krevur serlig atlit og tiltøk. - LC = Ikki hótt (Least concern)
Hetta eru sløg ið ikki eru beinleiðis hótt. - DD = Dátutrot (Data deficient)
Í hesum flokki koma tey sløg, ið mangla neyðuga kunning til at meting kann gerast um hvussu hótt ið slagið er. Sum oftast eru hetta sløg, sum álíkavæl høvdu enda á reyðalista, um so var at vitanin um tey var nóg góð. - NE = Eingin meting (Not evaluated).
Slagið er av ókendum orsøkum ikki blivið mett um/endurskoðað. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta, t.d. at slagið er rættiliga nýliga funnið og tí manglar viðurkenning sum eitt egið slag av IUCN ella at slagið er útdeytt fyri so langari tíð síðan, at tað ikki er áhugavert at flokka tað.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Savn.fo, Reyðlisti, Føroya Náttúrugripasavn, 2005, Anna Maria Fosaa, Magnus Gaard og Janus Hansen, Náttúrulýsing lendi og sløg, Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306230044/http://savn.fo/documents/00069.pdf. Heintað 2014-05-04.