Jump to content

Norðoyri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norðoyri
Nordøre (danskt)
Bygd
Norðoyri
Norðoyri
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Borðoy
Kommuna Klaksvíkar kommuna
Íbúgvar 96 (2015)[1]
Postnummur FO-725
Markatal 24-00-00

Norðoyri er ein bygd í Borðoy. Norðoyri varð fyrstu ferð nevnd í 1584.[2] 1. januar 2011 var fólkatalið 87.

Sagnir av Norðoyri

[rætta | rætta wikitekst]

Rasmus á Oyri

[rætta | rætta wikitekst]

Rasmus bóndi á Oyri í Borðoy, sonur Guttorms í Múla (sum gitin er í øðrum søgnum), var avtaksmaður og ramur í gandi sum pápin. Einaferð sum hann ferðaðist í Eysturoynni, kom hann framvið, har sum tveir seyðatjóvar reiddu seyð “ímillum fjarða” (Skálafjarðar og Funningsfjarðar). Hann spurdi, hvat tað var, ið teir reiddu. “Fiskur,” søgdu teir. Tað var løgið, helt Rasmus: loðin fiskur í Eysturoy? Hann var ikki komin langan veg, tá sá hann teir koma eftir sær. Gamal var hann og gekk við putt og var tí ikki førur at halda undan. So setti hann seg niður í eina lág. Tá ið teir vóru komnir nakað fram at honum, segði hann við teir: “Bannaðir, eg mátti givið tykkum puttin í ryggin!” Tá stóðu teir fastir og sluppu ikki úr stað, fyrr enn Rasmus var undankomin - so mikið skuldi hann kunna. Seinni sá hann báðar aftur í Havn eitt summar. Tá vóru teir so bæriligir á at líta, høvdu hvítar hosur og spenniskógvar, tí teir vóru løgrættismenn. “Tit eru so prúðir í dag, sum síðst eg sá tykkum,” segði Rasmus. Tá smoknaðu teir burtur og fingu ikki talað.[3]

  1. Hagstova.fo
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-15. https://web.archive.org/web/20150715224410/http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152. Heintað 2015-11-10. 
  3. Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana