Jump to content

Rúsir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Rúsir (eintal rúsi) vóru norrønur ættbólkur ið búði eystanfyri í Eystrasalti. Hesir vóru helst eftirkomarar hjá svium, men hetta er óvist. Í hvussu so er høvdu rúsir tætt samband við sviðar og norðbúgvar annars. Orðið rúsir verður brúkt um teir norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir í norrønu útflytingini.

Sjónarváttarfrágreiðing

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta sjónarváttarfrágreiðingin um lívið hjá norðbúgvum, er frá muslimska sendiharranum Ahmad ibn-Fadlan (arábiskt: أحمد ابن فضلان), sum í 922 kom í samband við rúsir við ánna Volgu. Eftir frásøguni metir hann teir sum norðbúgvar.

Skaldsøgan Eaters of the Dead eftir Michael Crichton byggir á frásøgu Ahmadar ibns-Fadlans, sum eisini er gjørd til film við navninum The Thirteenth Warrior.

Kievrúsaríkið

[rætta | rætta wikitekst]
Rættarskipanin í Kievrúsaríkinum eftir Ivan Bilibin
Rættarskipanin í Kievrúsaríkinum eftir Ivan Bilibin
Rørekur og brøður hans koma til Ladogu.
Rørekur og brøður hans koma til Ladogu.

Sambært Russisku fyrstu krýniku gjørdu finnar og slavar uppreistur ímóti sviðum. Eftir uppreisturin var ófriður í slaviskum londum. Teir heittu so á Rurik (føroyskt: Rørekur) um at koma at fáa skil aftur á landið. Hann kom og gjørdi sum umbiðið og stovnaði harvið Kievrúsaríkið, sum var fyrsta slaviska ríkið. Í 13. øld flutti Røreksættin til Moskvu, sum tá bleiv høvuðssaður í einum russiskum ríki. Rúsir løgdu við hesum navn til Russland.

Støddin á søguliga Kievrúsaríkinum svarar í stødd rættiliga væl til núverandi Ukrainu.

Summir slavskir sgøufrøðingar eru tó ikki samdir við hesari frágreiðingini uppá fyrsta slaviska ríkið. Teir setar spurnartekin við trúvirðið í Russisku fyrstu krýniku. Teir halda í hvussu so er ikki, at tað er trúligt, at norðbúgvar skulu hava stovnsett fyrsta slaviska ríkið.

  • Svørt verða sólskyn, Sprotin 1994, (ss. 58-66): Rúsalýsing, Ahmad ibn-Fadlan, týðing: fyrst Jørgen Bæk Simonsen, síðan Ásmundur Johannesen
  • Eaters of the Dead, Michael Crichton, 1976
  • Rúsaríkið
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið